Ein sigur og ein javnleikur í altjóða dystum er úrtøkan higartil hjá føroyska A-landsliðnum við monnum ímóti Gibraltar


Fyri triðju ferð skal føroyska manslandsliðið royna seg í altjóða dysti ímóti Gibraltar. Tað verður á Tórsvølli í kvøld klokkan 19:45, tá Føroyar og Gibraltar møtast í undankappingardysti til HM 2026.

Tann 1. mars í 2014 bjóðaði Gibraltar av í venjingardysti ímóti Føroyum. Dysturin varð spældur á Victoria Stadion, og endaði við einum sannførandi 4-1 sigri til Føroyar. Christian Lamhauge Holst skoraði tvey mál, meðan Jóan Símun Edmundsson og Hallur Hansson gjørdu hvør sítt.

Føroyski sigurin kundi verið størri – millum annað misnýtti Fróði Benjaminsen brotsspark stutt fyri hálvleik.

Seinnu ferðina, vit royndu okkum móti Gibraltar, var átta ár seinni, tann 28. mars í 2022. Gibraltar bjóðaði aftur av í venjingardysti, og hesaferð hilnaðist betri hjá heimaliðnum á Victoria Stadion. Úrslitið gjørdist málleysur javnleikur.

HM undankappingardysturin á Tórsvølli í kvøld er altjóða skrátti landsdystur nummar 252 hjá føroyska manslandsliðnum síðani 1988, tá Føroyar fingu limaskap í FIFA.

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum í 4-1 sigrinum ímóti Gibraltar í mars í 2014 – Mynd: Hans Erik Danielsen