Leygarkvøldið tapti kvinnulandsliðið fyri einum sterkum grikskum liði. Úrslitið gjørdist 2-0 til Grikkaland, sum kom á odda longu í øðrum minutti

——————

Talan var um tveir sera ymiskar hálvleikir, tá kvinnulandsliðið leygarkvøldið spældi fyrsta dystin í HM 2027 undankappingini.

Á Theodoros Vardinogiannis leikvøllinum á Kreta vóru bara gingnir tveir minuttir, tá dómarin bríkslaði fyri brotssparki til heimaliðið, sum Veatriki Sarri setti í netið.

Grikkaland sat á meginpartin av spælinum fyrstu trý korterini, meðan okkara høvdu ilt við at fáa nakað av nevniverdum álopsspæli í lag.

Í seinna hálvleiki broyttist leikgongdin. Føroyska liðið kom longri fram á vøllin, og onkrar spentur støður stungu seg upp. Men okkara kendu tíverri ikki sína vitjunartíð, og so spurdist einki burtur úr.

Í staðin økti Sofia Kongouli um griksku leiðsluna tá 78 minuttir vóru spældir, og 2-0 var eisini úrslitið, tá Jelena Jermolajeva úr Lettlandi bríkslaði av.

Næsti dystur í HM undankappingini verður týsdagin 14. apríl, tá Grikkaland vitjar á Tórsvølli.

Myndir: Jóhanna Thomsen