Tveir dystir eru á skránni, tá A-landsliðið við monnum fyrst í juni mánað skal taka lut í Baltic Cup 2026. Kappingin verður skipað við hálvfinalum, finalu og dystinum um 3. plássið, millum Føroyar, Estland, Lettland og Litava
——————
Fyrst Estland, og síðani annaðhvørt Lettland ella Litava verða føroysku mótstøðulondini, tá A-landsliðið við monnum í juni mánað skal spæla tveir altjóða skrásettar landsdystir.
Eins og fyri tveimum árum síðani fer manslandsliðið aftur í ár at taka lut í Baltic Cup, ið er ein fýralandakapping millum tey trý baltisku londini, Estland, Lettland og Litava, umframt eitt gestaland, sum í ár eru Føroyar.
Kappingin verður skipað sum tvær hálvfinalur, og síðani eru finalan og dysturin um 3. plássið á skránni. Hálvfinalurnar verða spældar leygardagin 6. juni. Estland og Føroyar spæla í Pärnu, meðan Litava og Lettland hittast í Kaunas. Finalan og dysturin um 3. plássið vera týsdagin 9. juni.
Næst eftir Baltic Cup 2026 er UEFA Nations League, sum verður í heyst. Føroyar eru í bólki C3, saman við Kasakstan, Slovakia og Moldova.
Les eisini: Byrja á heimavølli móti Kasakstan


