U19 landsliðið við gentum fer seinni í mánaðinum til Portugal, har liðið skal spæla tveir venjingardystir móti U18 landsliðnum hjá portugisum


Sum liður í fyrireikingunum til EM undankappingina, sum verður í Týsklandi mánaðarskifti novembur-desembur, fer U19 landsliðið við gentum týsdagin í næstu viku á venjingarlegu í Portugal.

Umframt venjingar, skulu okkara gentur eisini spæla tveir venjingardystir ímóti U18 landsliðnum hjá portugisum. Tann fyrri verður hósdagin 23. oktobur, og tann seinni sunnudagin 26. oktobur.

Sigtór Petersen er venjari hjá U19 gentunum, og tær 18, ið eru úttiknar til venjingarleguna í Portugal, eru hesar:

Bjørk Akselsen, 07 Vestur
Jakobina Bergsdóttir, HB
Leona Kjærbæk Djurhuus, HB
Lý Gray Djurhuus, HB
Silja Ragnarsdóttir Trier, HB
Birita Mohr, KÍ
Ranja Joensen, KÍ
Brá Zakariasardóttir, NSÍ
Helga Mikkelsen, NSÍ
Rannvá við Streym, NSÍ
Sólja Vinjardsdóttir Johansen, NSÍ
Alda Petersen, Skála
Ingrið Berg Rasmussen, Skála
Anna Jørginsdóttir, Víkingur
Eydna Olsen Dalheim, Víkingur
Mirjam Skoralíð, Víkingur
Halla Morgan Ejdesgaard, Fortuna Hjørring (Danmark)
Sofía Ejdesgaard Hansen, FC Hoyvík

Í EM undankappingini, sum verður í Týsklandi frá 26. novembur til 2. desembur, sleppa okkara gentur av álvara at royna seg ímóti evropeiskum úrmælingum. Føroyar eru nevniliga í bólki saman við Spania, Týsklandi og Belgia.