Jógvan Martin Olsen hevur úttikið 18 spælarar til UEFA menningarkapping, sum verður í Estlandi frá 6. til 13. august


Estland, Lettland og Gibraltar vera mótstøðulondini, tá føroyska U15 landsliðið við dreingjum í næsta mánað fer til Tallinn í Estlandi, har UEFA menningarkapping er á skránni.

Jógvan Martin Olsen er venjari hjá U15 dreingjunum og hann hevur nú kunngjørt teir 18 spælararnar, ið er úttiknir.

Hópurin
Josef Nattestad, 07 Vestur
Rúnar Næs, B36
Rani Demir Beinirsson, B36
Hjalti Rógvason, B36
Jógvan Oskar Højgaard, B68
Pætur Magnason, EB/Streymur
Kristjan Róksson, HB
Jógvan Linklett Mortansson, HB
Regin Tórálvsson Poulsen, HB
Markus Trier Simonsen, HB
Baldur Bartalsson, HB
Teitur Rógvason, FC Suðuroy
Joen Heini Gunnarstein, KÍ
Lukas Kamsgarð Joensen, TB
Tollak Fløche Clementsen, Middelfart Boldklub (Danmark)
Kári Zachariassen, ÍF
Andrias Gøthe Áslakksson, Víkingur
Búgvi Hansen, Víkingur

Ferðalagið ferðast úr Føroyum mikudagin 6. august. Fríggjadagin 8. august spæla Estland og Føroyar, sunnudagin 10. august er mótstøðuliðið Lettland, og mikudagin 13. august verður punktum sett ímóti Gibraltar.