Smyril Line og FSF hava longt stuðulsavtaluna, sum tryggjar, at Smyril Line heldur fram sum høvuðsstuðul hjá kvinnulandsliðnum. Nýggja avtalan er galdandi til ársenda 2028


Smyril Line og Fótbóltssamband Føroya hava gjørt av at leingja verandi stuðulsavtalu. Nýggja avtalan, ið tryggjar kvinnulandsliðnum haldføran og burðardyggan stuðul, og týdningin av langsiktaðum samstarvi, er galdandi komandi trý árini – til ársenda í 2028.

– Kvinnurnar hava seinastu árini staðið seg væl, og vit eru sjálvandi sera glað fyri tann stuðul, ið Smyril Line veitir. Hetta er samstundis eitt týðandi stig fyri føroyska kvinnulandsliðið, ið hevur brúk fyri sterkum baklandi fyri at menna seg víðari, sigur Kristin Dam Ziska, aðalskrivari í FSF.

Í Smyril Line fegnast tey eisini um nýggju avtaluna, og gleða seg til komandi avbjóðingar og upplivingar saman við kvinnulandsliðnum. 

– Smyril Line leggur dent á, at stuðulin er ein íløga í føroyskan ítrótt og kvinnufótbólt serliga. Felagið metir, at landsliðið stendur fyri teimum virðum, tey ynskja at stuðla, og gleðir seg til framhaldandi samstarv og felags upplivingar, sigur Henny á Líknargøtu, ferðastjóri hjá Smyril Line. 

Kvinnulandsliðið fer í næstum undir undankappingina til HM 2027. Fyrsti dystur verður á útivølli leygardagin 7. mars, á útivølli ímóti Grikkalandi. Sum fyrireiking til dystin móti grikkum, spæla kvinnurnar venjingardyst móti Kýpros leygardagin 2. mars.