Árni Frederiksberg sær við spenningi fram ímóti dystinum í annaðkvøld, men sigur samstundis, at uppgávan verður torfør, sæð í ljósinum av, hvussu gott tað kroatiska liðið er


Hóskvøldið vandi føroyska A-landsliðið við monnum á HNK Rijeka Stadion, har HM undankappingardysturin millum Kroatia og Føroyar verður í annaðkvøld, fríggjakvøldið klokkan 19:45.

– Sum vit hava hoyrt, so koma kroatarnir við fullari skrúvu, og tá liðið er fult av góðum fótbóltsspælarum, so verður tað bestemt ikki nemt, sigur Árni Frederiksberg millum annað í samrøðuni við FSF Varpið, sum fekk orðið á miðvallaran áðrenn venjingina hóskvøldið.

Undan dystinum er Kroatia fremst í bólkinum við 16 stigum, meðan Føroyar eru nummar trý við 12 stigum. Kekkia hevur 13 stig, Montenegro 6 stig, og Gibraltar er aftast við ongum stigi.