Atgongumerki til steypafinaluvikuskiftið í yngru deildunum, sum var á Tórsvølli fríggjadagin og leygardagin, var eisini ein lutaseðil


Eitt fantastiskt steypafinaluvikuskifti er nú farið aftur um bak – og tað var ikki bara á vøllinum, at vinnarar vórðu funnir!

Í alt seks spennandi finalur vóru spældar á Tórsvølli fríggjadagin og leygardagin, har B36 gjørdi bart við heili fýra steypasigrum, meðan Víkingur og Skála vunnu hvør sína finalu.

Tað var ein sonn fótbóltsveitsla, har ungdómsfótbólturin fekk sín stóra dag í góðum veðri – og áskoðararnir møttu fjølmentir.

Men steypafinalurnar høvdu eisini eitt eyka spennandi íkast til tey, ið komu at hyggja: Atgongumerkini, ið vórðu seld við dyrnar, vóru samstundis ein lutaseðil, og nú er vinnarin funnin.

So um tú hevur títt atgongumerki frá steypafinaluvikuskiftinum, kanna nummarið! Er tað 873, so hevur tú vunnið – og vit vilja fegin hoyra frá tær!

Ring til skrivstovuna hjá Fótbóltssambandi Føroya, ið hevur telefonnummar 31 19 79 ella send ein teldupost til [email protected].

Vinningurin er tvær landsliðstroyggjur og 2 atgongumerki til heimadystirnar hjá manslandsliðnum ímóti Montenegro og Kekkia, sum verða á Tórsvølli 9. og 12. oktobur.