Í nýggjari poddvarpsrøð hoyra vit spælarar og familjur fortelja um leiðina til yrkisfótbólt uttanlands


Nógvir fótbóltsspælarar droyma um at gerast yrkisleikarar uttanlands og fleiri fylgja eisini dreyminum. Men hvat krevur tað at gerast yrkisleikari? Hvussu kemur møguleikin í lag? Og hvussu kunnu familjur og bakland stuðla spælarum, sum droyma stórt um útlendsk ævintýr? Hetta spyrja vit í nýggjari poddvarpsrøð í fýra pørtum.

Í fyrsta parti hoyra vit um, hvussu Andrias Edmundsson fór av Svangaskarði til Sunderland og hvussu ævintýrið hjá Áslu Johannesen byrjaði við einari trilvandi roynd í Brøndby.

Eisini hoyra vit frá foreldrunum hjá Áka Debes Samuelsen, sum FC Midtjylland sendi boð eftir fyri longu nógvum árum síðan, og Maria S. Christensen fortelur um, tá ið dóttir hennara Sara Samson Lamhauge fekk møguleikan at royna seg í Italia.

Tú kanst lurta eftir poddvarpsrøðini her:

Luttakarar: Andrias Edmundsson, Ásla Johannesen, Maria S. Christensen, Hildur & Eyðun Samuelsen.

Lagt til rættis fyri FSF: Eyðvør Klakstein