Eyðun Klakstein, A-landsliðsvenjari hjá monnum, hevur sett navn á teir ellivu, ið byrja á vøllinum ímóti Montenegro í kvøld klokkan 19:45
Hóast illfýsna veðrið í vikuni hevur argað eitt sindur, so er føroyska liðið væl fyri og til reiðar at stríðast fyri Merkið, tá spanski dómarin, José Luis Munuera í kvøld klokkan 19:45 bríkslar HM undankappingardystin millum Føroyar og Montenegro í gongd.
Mattias Lamhauge verður í mál, og verjuna manna Jóannes Kalsø Danielsen, Andrias Edmundsson, Gunnar Vatnhamar, Odmar Færø, ið eisini er liðskipari, og Martin Agnarsson. Á føroyska miðvøllinum frá byrjan verða Árni Frederiksberg, Brandur Hendriksson Olsen, Jákup Biskopstø Andreasen og Hanus Sørensen, og fremsti maður verður Meinhard Egilsson Olsen.
Á bonkinum sita Bjarti Vitalis Mørk, Bárður á Reynatrøð, Viljormur Davidsen, Arnbjørn Svensson, Hallur Hansson, Jóannes Bjartalíð, Páll Andrasson Klettskarð, Jóan Símun Edmundsson, Adrian Justinussen, Petur Knudsen, Jann Julin Benjaminsen og Geza Dávid Turi.
Undan dystinum í kvøld eru Kroatia og Kekkia fremst í bólkinum við 12 stigum í part, Føroyar og Montenegro hava 6 stig hvør, meðan Gibraltar er aftast við ongum stigi.