Føroyameistari og steypavinnari, og nú eisini besti spælari í oktobur mánað. Odmar Færø úr KÍ gjørdi eitt ordans hál seinasta mánaðan í hesum kappingarárinum
– Omaná hini steypini, ið vit hava vunnið, so var hetta ein deiligur heiður at fáa. Men eg haldi eisini at tað hevur gingið væl seinastu tíðina – gamaní havi eg verið eitt sindur skaddur, men ikki verri enn so, at eg havi kunna spælt eitt sindur. So samanumtikið hevur endin upp á kappingarárið verið serstakliga góður.
Tað sigur Odmar Færø úr KÍ, sum seinnapartin fríggjadagin – áðrenn manslandsliðið fór á Tórsvøll at venja – bleiv kunngjørdur sum besti spælari í oktobur.
Tað eru venjarar, fjølmiðlafólk og viðmerkjarar, ið greiða atkvøðu, og í harðari kapping við liðfelagan, Árna Frederiksberg, fekk Odmar Færø flestar atkvøður. Aðrir, sum eisini fingu væl av atkvøðum, vóru Emil Grøn Pedersen úr HB, og Filip Brattbakk og René Shaki Joensen úr KÍ.
Tað vóru navnarnir hjá Odmari, pápin og abbin, ið vegna Fótbóltssamband Føroya handaðu Odmari Færø eitt gávubræv frá Hotel Brandan upp á 1.000 krónur, og saman við teimum var eisini Sandi Færø, ið handaði beiggja sínum eina glasstandmynd, ið er latin av FSF.

Mynd: Hans Erik Danielsen



