Úrtøkan gjørdist trý tap hjá U19 landsliðnum við gentum, sum seinastu dagarnar hevur tikið lut í EM undankapping í Týsklandi


– Áðrenn kappingina vistu vit, at mótstøðan fór at vera sterk, og soleiðis bleiv eisini. Kortini hava vit fingið nakrar góðar royndir burturúr hesum, sum eisini er ein týðandi partur av menningini hjá okkara ungu spælarum.

– Men samstundis vil eg leggja afturat, at eg eri errin av okkara gentum, tí hóast harða mótstøðu góvu tær ongantíð upp ella fóru niður við flagginum. Tær stríddust og kempaðu alla tíðina, og ongantíð kundi spurnartekin setast við teirra avrik, sigur Sigtór Petersen, venjari hjá U19 landsliðnum við gentum.

Sterka mótstøðan hesaferð kemst av, at EM undankappingin hjá gentum er skipað sum tvær deildir – A og B. Tá okkara gentur fyrr í ár vunnu sín bólk í deild B, fluttu tær upp og skuldu nú royna seg í deild A, har styrkismunurin er munandi størri.

Og tá lutakastið var avgreitt í juni mánað, komu Føroyar í ein krútsterkan bólk. Okkara gentur skuldu nú royna seg ímóti Týsklandi, Spania og Belgia.

Í teimum báðum fyrru dystunum taptu Føroyar 8-0 fyri bæði Spania og Týsklandi, meðan dysturin móti Belgia endaði 5-0.

Spania, sum enn einaferð prógvaðu, at tey eiga eitt av heimsins bestu U19 landsliðum við gentum, vann bólkin við fullum stigatali. Í hinum dystunum vunnu spaniólar 5-1 á Belgia og 5-0 á Týsklandi. Týskland og Belgia fingu fýra stig í part, og Føroyar endaðu aftast við ongum stigi.

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum móti Spania – Mynd: Jógvan Páll Joensen
Spania – Føroyar á Leichtathletik Stadion BZA Wedau í Duisburg – Mynd: Jógvan Páll Joensen
Tær fyrstu ellivu, sum byrjaðu ímóti Belgia – Mynd: Jógvan Páll Joensen