Fyrsta umfar í grundspælinum verður spælt sunnudagin 22. mars, og tá eru dystirnir hesir: NSÍ – Skála, HB – FC Hoyvík, Víkingur – B36 og 07 Vestur – KÍ
——————
Leygardagin 14. mars verður Lions Stórsteypadysturin hjá kvinnum á skránni, sum í ár er millum KÍ og HB. Og eina viku seinni, sunnudagin 22. mars fer Meistaradeildin hjá kvinnum av bakkastokki.
Aftur í ár eru átta lið við í kappingini, ið verður skipað sum grundspæl og endaspæl. Tó er ein lítil broyting framd í kappingarreglunum. Í ár skulu leikarar, sum skulu spæla í Meistaradeildini, fylla 16 ár í hesum kappingarárinum.
Í fyrsta umfari í grundspælinum eru dystirnir hesir: NSÍ – Skála, HB – FC Hoyvík, Víkingur – B36 og 07 Vestur – KÍ.
Síðsta umfar í grundspælinum verður spælt 25. og 26. juni, og tá møtast liðini soleiðis: Víkingur – FC Hoyvík, NSÍ – KÍ, 07 Vestur – B36 og HB – Skála.
Í grundspælinum møta liðini hvør øðrum tvær ferðir, og síðani verður kappingin býtt í tvey. Nummar 1 til 4 í grundspælinum fara í ein bólk fyri seg at spæla um FM, meðan liðini frá nummar 5 til 8 fara í eitt endaspæl fyri seg, har kappast verður um at vinna niðara bólkin.
Øll leikskráin sæst her: Meistaradeildin kvinnur 2026
Endaspælið byrjar fyrst í august, og síðani verður spælt til 24. oktobur, tá FM steypið verður handað. Í endaspølunum spæla liðini tríggjar ferðir ímóti hvør øðrum.
Í kappingini um Løgmanssteypið hjá kvinnum verður fyrsta umfar spælt 2. apríl, fjórðingsfinalurnar vera 20. og 21. mai og hálvfinalurnar eru á skránni 22. og 23. august, og 2. og 3. septembur. Finalan um Løgmanssteypið hjá kvinnum verður á Tórsvølli leygardagin 19. septembur.
Í minnu steypakappingini hjá kvinnum verður innleiðandi umfarið spælt 8. august, hálvfinalurnar vera 22. og 23. august, og finalan fríggjakvøldið 18. septembur.



