Nýggja MeistaraDeildin er ment við einum greiðum endamálið: At geva bestu føroysku fótbóltsdeildini – hjá bæði kvinnum og monnum – sín heilt egna og serstaka grafiska samleika. Ein samleika, sum bæði endurspeglar hægsta stig í føroyskum fótbólti og styrkir kappingina sum eitt sjálvstøðugt brand


Búmerkið er sniðgivið innanhýsis í FSF eins og samleikin eisini er mentur innanhýsis. Samleikin er mentur til eitt sterkt og samanhangandi eyðkenni, fótbóltinum at frama. Úrslitið er ein visuellur samleiki, sum sameinar føroysku náttúruna, kappingarandan og modernaða sniðgeving.

Navnið
Navnið MeistaraDeildin er ikki nýtt. Frá 1942 til 1975 kallaðist besta deildin hjá monnum meistaradeildin. Tað er eitt tilvitað val, at deildin ikki longur eitur navnið hjá einum stuðli, tí nú er navnið hjá deildini ikki tengt at einari ávísari stuðulsavtalu ella stuðli, og soleiðis verður framtíðartryggjað, at deildin eitur sama navn óansæð hvør stuðlar henni.

Fleiri onnur nøvn vóru uppi at venda, men mett var, at navnið MeistaraDeildin hóskar seg best og hevur ta tign, sum deildin hevur uppiborið.

Íblástur úr føroysku náttúruni
Grafiski samleikin hevur sín uppruna í føroysku náttúruni. Tindar, berg, veður og ráa orkan, sum eyðkennir Føroyar, hava verið týðandi íblástur. Somuleiðis hugtøk sum framburður, stremban, styrki og dirvi – virðir, sum eru djúpt rótfast í bæði føroyska samfelagnum og fótbóltinum.

MeistaraDeildin umboðar hægsta stig í føroyskum fótbólti. Tí er samleikin mentur við tí í huga at røkka hæddunum – bæði bókstavliga og myndaliga.

Við ráðgeving frá UEFA, og í samsvari við aðrar stórar landskappingar, sum hava ment sín samleika, hevur búmerkið ikki eina beinleiðis fótbóltsavmynding.

Fótbóltur er heimsins størsta ítróttargrein, og tí er ikki tørvur á at vísa hvussu ein fótbóltur sær út. Heldur eru tað greiðu linjurnar í vakra spælinum, sum ganga aftur í sniðgevingini – saman við styrkini og formunum úr føroysku náttúruni.

Búmerkið – strembanin upp á tindarnir
Búmerkið er sniðgivið við greiðum íblástri frá føroyskum bergi og tindum. Formurin speglar strembanina upp á hægstu tindarnar í fótbólti – viljan at flyta seg fram, yvirvinna mótstøðu og røkka hægsta stigi.

Sniðgevingin er rein og avgjørd. ‘M’ið er bygt upp við fáum formum og greiðum linjum, sum geva merkinum styrki og sjálvsálit. Heitið “MeistaraDeildin” er eisini serstakt sniðgivið og fylgir somu greiðu linjum. Hetta er við til at skapa ein sterkan og samanhangandi samleika.

Litirnir – morgunsólin og orkan
Høvuðslitirnir hava sín íblástur frá rísandi morgunsólini. Hóast hon ofta bert sæst í glottum, rísur hon trúføst og lýsir upp tindarnar. Hesin sami vilji og stremban eyðkennir MeistaraDeildina.

Litirnir ímynda orku, styrki, elegansu, dystarglóð, virðing og kenslur. Teir geva samleikanum eina heita og sterka útstráling.

Samstundis er samleikin eisini smidligur. Litspælið kann lættliga laga seg til og spæla saman við litum hjá einstøku feløgunum, uttan at missa sítt egna eyðkenni.

Stuðlarnir eru partur av samleikanum
Sterku stuðlarnir eru ein natúrligur partur av MeistaraDeildini, og í ymiskum grafiskum tilfari, lýsingum, á prenti, í miðlum og øðrum samskifti spæla teir beinleiðis við í samleikanum. Teir verða integreraðir á ein hátt, sum virðir bæði kappingina og teirra leiklut.

Teir tríggir stuðlarnir Bygma Balslev, Føroya Tele og Atlantic Airways síggjast á jøvnum føti í samleikanum hjá MeistaraDeildini.

Ein samleiki fyri framtíðina
MeistaraDeildin er meira enn ein kapping – hon er hægsti pallurin í føroyskum fótbólti. Grafiski samleikin er mentur fyri at undirbyggja júst hetta: eina kapping, sum stendur fyri styrki, dirvi og støðugum framburði.

Við íblástri úr føroysku náttúruni og við eini greiðari, nútímans sniðgeving, hevur MeistaraDeildin fingið ein samleika, sum bæði er staðbundin og framsøkin – og sum skal bera føroyskan fótbólt víðari upp á tindarnar.