Í annaðkvøld verður greitt, hvussu spælast skal í fyrstu umførunum í steypakappingunum hjá bæði kvinnum og monnum. Lutakastið verður aftaná dystin millum Víking og HB

——————

Í morgin klokkan 19:00 spæla Víkingur og HB síðsta dystin í triðja umfari í MeistaraDeildini hjá monnum. Og tá Dagfinn Forná floytar av í Sarpugerði í annaðkvøld, verður farið undir lutakastið til steypakappingarnar hjá bæði kvinnum og monnum.

Í kappingini um Løgmanssteypið hjá kvinnum verður kastað lut um, hvussu spælast skal í fyrsta umfari, og í kappingini um Løgmanssteypið monnum veður kastað lut um, hvussu liðini møtast í fyrsta umfari og í fjórðingsfinalunum.

Sjey lið vera við í steypakappingini hjá kvinnum, meðan 16 lið vera við í steypakappingini hjá monnum.

Lutakastið verður víst beinleiðis á Rás 1 í Televarpinum.