Teir hava spælt nógv fótbólt saman og hava eisini vunnið fleiri heiðursmerki til KÍ. Í dag er annar Løgmaður, meðan hin er landsliðsvenjari. Vit vóru við, tá ið Aksel V. Johannesen og Eyðun Klakstein hittust til kaffiprát í Tinganesi
Føroya Løgmaður, Aksel Vilhelmsson Johannesen, og Eyðun Klakstein, A-landsliðsvenjari hjá monnum.
Teir eru javngamlir, hava spælt nógv fótbólt saman, har teir vunnu nøkur FM eisini og sita í dag á hvør sínum heitum sessi í føroyska samfelagnum.
FSF Varpið var við, tá Eyðun Klakstein herfyri var til eitt hugnaligt kaffiprát í Tinganesi. Løgmaður og landsliðsvenjarin tosa millum annað um gamlar dagar í Klaksvík, taktik í fótbólti og politikki, og hvussu tað er at sita í einum sessi, ið nærum øll hava eina meining um.
Næsta stóra uppgávan hjá landsliðsvenjaranum eru HM undankappingardystirnir móti Montenegro og Kekkia, sum verða á Tórsvølli hósdagin og sunnudagin.