Sunnudagin 12. oktobur skipar fótbóltsdeildin hjá FSF fyri impulsskeiði í Smæruni í Havn. Evnini á skeiðnum eru A-landsliðið við monnum, altjóða fótbóltur og taktikkur
Undan HM undankappingardystinum millum Føroyar og Kekkia, sum verður á Tórsvølli sunnudagin 12. oktobur klokkan 17:00, skipar fótbóltsdeildin hjá FSF fyri impulsskeiði í Smæruni í J. H. Schrøtersgøta 7 í Havn.
Evnini á skeiðnum eru A-landsliðið við monnum, altjóða fótbóltur og taktikkur, og telur 6 impulstímar til dagføring av UEFA A, UEFA B og UEFA C venjaraprógvum.
Innihaldið á skeiðnum
A-landsliðið fer í oktobur og novembur undir seinastu HM-undankappingardystirnar í hesum umfarinum. Fyri framman bíðað Montenegro og Kekkia á Tórsvølli og Kroatia á útivølli.
Úr A-landsliðshópinum fara Eyðun Klakstein, Jákup Reinert Højgaard og Magni Mohr at hava hvør sína framløgu, og eisini fara Áki Johansen og André Olsen at leggja fram tað, sum teir eygleiddu í dystinum millum Føroyar og Montenegro, sum verður á Tórsvølli tríggjar dagar undan skeiðnum
Eisini verður hugt nærri eftir verjuspælið í altjóða fótbólti, og hvussu vit menna ungar spælarar fram ímóti vaksnamannafótbólti og landsliði.
Skráin
09:30 Vælkomin
09:45 Meginreglur í spælinum og mentan á landsliðsstigi (Eyðun Klakstein)
10:30 Steðgur
10:50 Mótstøðugreining (Jákup Reinert Højgaard)
11:25 Hvat sóu vit ímóti Montenegro (Áki Johansen og Andre Olsen)
12:00 Ábit
13:00 Føroyar í endaspæli (verkstova)
13:50 Úrslitini koma, tá vit avrika væl fysiskt (Magni Mohr)
14:15 Steðgur
14:35 Verjuspælið – í altjóða fótbólti
15:10 Menning av ungum leikarum til vaksnamannafótbólt og landslið
Upptøkutreytir
Impulsskeiðið er ætlað venjarum við A, B og C venjaraprógvi.
Luttøkugjald
Kostnaðurin fyri luttøku er 810 krónur.
Tilmelding
Áhugað kunnu sjálvi tekna seg ella venda sær til egið felag, sum avgreiðir tilmeldingina. Tilmeldingin fer fram í nethandilinum á FSF.fo. Tilmeldingarfreistin er fríggjadagin 10. oktobur 2025.
Meira fæst at vita um skeiðið við at venda sær til Eli Hentze, tel. 29 19 62 ella [email protected].