Føroyska U19 landsliðið við gentum var nær við at røkka einum stórum úrsliti, men tá avtornaði var Portugal omaná og vann báðar venjingardystirnar móti Føroyum
– Hetta var fyrst og fremst góð fyrireiking til EM undankappingina, sum er á skránni síðst í novembur og fyrst í desembur. Men samstundis eru vit eitt sindur vónsvikin av úrslitinum – seriga í fyrra dystinum. Vit klára at trýsta hinar langt aftur á vøllin, og halda eisini nærum allar avtalur. Men vit tóku ikki av okkara møguleikum.
Tað sigur Sigtór Petersen, venjari hjá U19 landsliðnum við gentum, sum farnu dagarnar hevur verið á venjingarlegu í Portugal.
Tveir dystir vóru á skránni. Tann fyrri endaði við einum teprum 1-0 sigri til portugisar, meðan úrslitið av seinna dystinum gjørdist 3-0 til Portugal.
– Í seinna dystinum vóru portugisar munandi betri – serliga í fyrra hálvleiki. Vit gera síðani onkrar smávegis taktiskar broytingar í steðginum, og koma tá meir við í dystin. Vit halda teimum burtur frá møguleikum, samstundis sum vit koma til fleiri kjansir. Men aftur hesaferð taka vit ikki av.
– Samanumtikið vóru hetta tveir góðir venjingardystir, og okkara gentur kunnu saktans vera ernar av avrikunum og innsatsinum, sigur Sigtór Petersen við heimasíðuna hjá FSF.
Í EM undankappingini, sum verður í Týsklandi frá 26. novembur til 2. desembur, eru Føroyar í bólki 2 í deild A saman við Týsklandi, Spania og Belgia.




