Tær hava tænt KÍ í nógv ár, og leygardagin fingu tær heiðurin sum ársins eldsálir á ítróttafagnaðin 2025 hjá ÍSF
——————
Leygarkvøldið var ítróttafagnaðurin 2025, sum ÍSF skipar fyri, hildin í Varpinum í Klaksvík. Í alt sjey virðislønir vóru handaðar, umframt Heiðursskjal Poul E. Petersen.
Endamálið við tiltakinum er at seta sjóneykuna á føroysk ítróttafólk, hjálparfólk, leiðarar, venjarar, eldsálir og onnur, sum virka í føroyska ítróttaheiminum, ítróttafeløgunum og í teimum ymisku ítróttasambondunum.
Fótbóltur var í uppskoti til tríggjar heiðurslønir – ársins eldsál, ársins ítróttanavn og ársins ítróttaløtu. Harafturat fekk hjálparvenjarin hjá manslandsliðnum, Atli Gregersen heiðurin at handa virðislønina til ársins ítróttastjørnuskot.
Og tá ársins eldsál varð kunngjørd, fór heiðurin til Jórun og Jórun – Jórun Biskopstø og Jórun Frimansdóttir Jacobsen – sum í yvir 30 ár hava verið sannar eldsálir í teirra sjálvbodna arbeiði fyri KÍ.
Ársins ítróttafelagsskapur gjørdist Hósvíkar Róðrarfelag, og ársins ítróttasólstrála bleiv Hansina Nesá úr Fimleikafelagnum Flog. Heiðurin sum ársins stjørnuskot fekk U21 landsliðið í hondbólti, sum eisini átti ársins venjarar, Hjalta Mohr Jacobsen og Djóna Gaard Joensen.
Heiðursskjal Poul E. Petersen varð hesaferð latið til Jústinus Justinussen, sum ein stóran part av sínari leivsleið hevur brúkt tíð og orku uppá StÍF, meðan ársins ítróttanavn bleiv Jana Mittún, hondbóltsspælari, og ársins ítróttaløtu stóð kvinnulandsliðið í hondbólti fyri, tá tær vunnu 27-25 á Spania.
ÍtróttaFAGNAÐURIN 2025
Ársins felagsskapur: Hósvíkar Róðrarfelag
Ársins eldsál: Jórun Biskopstø og Jórun Frimansdóttir Jacobsen (KÍ)
Ársins sólstrálan: Hansina Nesá (Fimleikafelagið Flog)
Ársins stjørnuskot: U21 landsliðið í hondbólti
Ársins venjari: Hjalti Morh Jacobsen og Djóni Gaard Joensen (U21 landsliðið í hondbólti)
Ársins ítróttaløta: Sigurin hjá kvinnulandsliðnum ímóti Spania
Ársins ítróttanavn: Jana Mittún (landsliðsspælari í hondbólti)
Heiðursskjal Poul E. Petersen: Jústinus Justinussen (StÍF)
Fótbóltssamband Føroya ynskir øllum hjartaliga tillukku við heiðurslønunum, og blíðan byr framyvir.
Myndir: Hans Erik Danielsen




