Anna Caroline Brændstrup syrgdi fyri føroyska málinum, tá kvinnulandsliðið mánadagin spældi javnleik 1-1 í venjingardysti ímóti Kýpros


Føroyska A-landsliðið við kvinnum leggur í hesum døgum alla orku í at fyrireika seg til HM undankappingardystin ímóti Grikkalandi komandi leygarkvøld.

Men áðrenn leiðin gongur til Grikkalands, hava kvinnurnar verið á venjingarlegu á Kýpros. Á middegi mánadagin var venjingardystur á skránni, og úrslitið gjørdist javnleikur 1-1.

Tá eitt lítið korter var spælt á Ethnikos Achnas Stadion legði heimaliðið seg á odda 1-0, sum eisini var støðan í hálvleikinum.

Hóast føroyska liðið hevði bóltin nógv og stýrdi meginpartin av spælinum, høvdu okkara kvinnur trupult við at umseta møguleikarnar til mál. Men tá 73 minuttir vóru spældir eydnaðist Onnu Caroline Brændstrup at javna til 1-1.

Fleiri mál komu ikki, og sostatt endaði síðsta aðalroyndin við javnleiki, áðrenn spónin verður sett í undankappingina til HM 2027.

Fyrsti dystur er longu leygarkvøldið klokkan 18:30, tá Grikkaland tekur ímóti á Theodoros Vardinogiannis Stadion á Kreta.

Í HM 2027 undankappingini eru Føroyar í bólki C4, saman við Grikkalandi og Georgia.

Myndir: Jóhanna Thomsen