Jákup Mortensen hevur úttikið 18 spælarar, ið skulu umboða Føroyar í UEFA menningarkapping í Moldova frá 9. til 18. mars
——————
Um eina viku, mánadagin 9. mars, setir U16 landsliðið við gentum kós ímóti Moldova, har liðið skal taka lut í UEFA menningarkapping.
Tríggir dystir eru á skránni. Hósdagin 12. mars spæla okkara gentur ímóti Malta, leygardagin 14. mars ímóti Moldova, og týsdagin 17. mars er mótstøðulandið Bosnia Hersigovina.
Jákup Mortensen er venjari hjá U16 landsliðnum við gentum, og hann hevur – saman við hjálparvenjaranum, Súna Jakobsen – úttikið 18 spælarar til kappingina í Moldova. Talan er um spælarar úr B36, FC Hoyvík, HB, KÍ, NSÍ, Skála og Víkingi.
Hópurin
Ester Vang, B36
Sigga Smæra Næs, B36
Hanna Jacobsen, FC Hoyvík
Anita Næss, FC Hoyvík
Sigrun Eyð Halldórsdóttir Fossádal, FC Hoyvík
Hanna Thomsen, HB
Rakul Madsen, HB
Petsy Káradóttir Nielsen, HB
Maria Bjarnadóttir, HB
Heidi Jacobsen, KÍ
Erla Joensen, KÍ
Rannvá Ryan, KÍ
Billa Martinsdóttir Justinussen, NSÍ
Vivia Lind Magnusardóttir, NSÍ
Lilja Dam Jacobsen, Skála
Malan Joensen, Skála
Eva Atladóttir, Víkingur
Miriam Stauss, Víkingur




