Pætur Smith Clementsen hevur kunngjørt tær 20, ið eru úttiknar til UEFA Nations League dystirnar móti Moldova og Slovakia. Nýggjar í hópinum eru Teresa Jacobsen úr HB og Sólja Ernstdóttir úr KÍ
Seinni í mánaðinum skal kvinnulandsliðið á vøllin aftur. Fríggjadagin 30. mai spæla Moldova og Føroyar UEFA Nations League dyst á Zimbru Stadion í Chisinau, og fýra dagar seinni, týsdagin 3. juni kemur Slovakia á vitjan á Tórsvølli.
Hópurin til komandi uppgávur er nú kunngjørdur, og millum tær 20, ið landsliðsvenjarin, Pætur Smith Clementsen hevur úttikið, eru tvær, ið ikki hava verið partur av A-landsliðnum áður. Talan er um Teresu Jacobsen úr HB, og Sólju Ernstdóttir úr KÍ.
Undan dystunum eru Føroyar nummar tvey í bólkinum við 9 stigum. Slovakia er fremst við 12 stigum, Moldova er nummar 3 við trimum stigum og aftast er Gibraltar við ongum stigi.
Tá Føroyar fyrr í ár møttu Slovakia á útivølli vunnu slovakar 3-0, meðan heimadysturin móti Moldova varð vunnin við tveimum málum ímóti ongum.
Hópurin
Sunniva Willemoes Dal Christiansen, HB
Teresa Jacobsen, HB
Fridrikka Maria Klementsen, HB
Gunnvá Lutzen, HB
Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ
Birita Ryan, KÍ
Durita Hummeland, KÍ
Eyðvør Klakstein, KÍ
Sólja Ernstsdóttir, KÍ
Tórunn Højgaard Joensen, KÍ
Sanna Judith Frida Svarvadal, KÍ
Jancy Mohr, KÍ
Julia Naomi Mortensen, NSÍ
Sara Samson Lamhauge, NSÍ
Heidi Sevdal, NSÍ
Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Víkingur
Rakul Sørensen, Víkingur
Ásla Johannesen, Piteå IF (Svøríki)
Anna Caroline Brændstrup, HB Køge (Danmark)
Petra Sigvør Snedker Hoydal, AaB (Danmark)
Atgongumerki fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo og á atgongumerki.fo.