Á tíðindafundi í Trinstovuni á Tórsvølli fyrrapartin mánadagin setti Eyðun Klakstein navn á teir 23 spælararnar, ið eru úttiknir til landsdystirnar móti Kroatia og Gibraltar


Um smáar tvær vikur skal manslandsliðið á vøllin aftur. Fríggjadagin 5. septembur klokkan 19:45 taka Føroyar ímóti Kroatia á Tórsvølli, og tríggjar dagar seinni, mánadagin 8. septembur er útidysturin móti Gibraltar á skránni.

Til landsliðsuppgávurnar hesaferð hevur venjarin, Eyðun Klakstein, framt fimm broytingar í hópinum. Orsaka av skaðum og øðrum viðurskiftum eru Hallur Hansson, Ari í Haraldstovu Petersen, Gullbrandur Øregaard, Patrik Johannesen og Daniel Johansen ikki úttiknir hesaferð.

Í teirra stað eru komnir Geza Dávid Turi, ið spælir fyri Grimsby Town FC í Englandi, Bjarki Vitalis Mørk úr HB, Jóannes Bjartalíð úr Fredrikstad FK í Noregi, Meinhard Egilsson, ið spælir fyri Kolding IF í Danmark, og Samuel Chukwudi, sum spælir fyri SJK Seinäjoki í Finnlandi.

Hópurin
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Mattias Heðinsson Lamhauge, FC Fredericia (Danmark)
Bjarti Vitalis Mørk, HB Tórshavn
Andrias Edmundsson, Wisla Plock (Póland)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Samuel Chukwudi, SJK Seinäjoki (Finnland)
Odmar Færø, KÍ Klaksvík
Viljormur Davidsen, HB Tórshavn
Martin Agnarsson, Aarhus Fremad (Danmark)
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík
Jann Benjaminsen, NSÍ Runavík
Brandur Hendriksson Olsen, NSÍ Runavík
Hanus Sørensen, NK Triglav Kranj (Slovenia)
Jákup Biskopstø Andreassen, KÍ Klaksvík
Noah Hans Mneney, HB Tórshavn
Geza Dávid Turi, Grimsby Town (Ongland)
Adrian Justinussen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Árni Frederiksberg, KÍ Klaksvík
Poul Kallsberg, Hillerød Fodbold (Danmark)
Jóannes Bjartalíð, Fredrikstad FK (Noreg)
Páll Klettskarð, KÍ Klaksvík
Meinhard Egilsson Olsen, Kolding IF (Danmark)
Jóan Símun Edmundsson, KA Akureyri (Ísland)

Atgongumerki til HM undankappingardystin millum Føroyar og Kroatia fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo.

Myndir: Jóhanna Thomsen