Eftir tvær spennandi hálvfinalur er nú greitt, at tað vera Holland og Noreg, ið skulu spæla EM finaluna fyri U17 landslið við gentum. Finalan verður Tórsvølli leygardagin klokkan 18


Brotssparkskapping mátti til, áðrenn Holland vann sær tað eina finaluplássið, meðan hitt finaluplássið fór til Noreg, sum vann 3-1 Italia.

Fyrra hálvfinalan var á Djúpumýru í Klaksvík millum Holland og Frankaríki. Í hálvleikinum var Oranje á odda 1-0, men stutt fyri leiklok javnaði Frankaríki til 1-1, og so bleiv neyðugt við brotssparkskapping, sum Holland vann 4-3.

Í hinari hálvfinaluni møttust Noreg og Italia. Talan var um ein javnan dyst, men í avgerandi støðunum vóru tær norsku meira avgjørdar, og úrslitið gjørdist tískil ein tryggur 3-1 sigur til Noreg.

Sostat verða tað Holland og Noreg, ið skulu spæla EM finaluna 2025. Tað merkir samstundis, at ein nýggjur evropameistari skal finnast. Síðani 2007, tá UEFA fyrstu fer skipaði fyri EM endaspæli fyri U17 landslið við gentum, hevur Týskland vunnið átta ferðir, Spania fimm ferðir, meðan Frankaríki og Pólland hava vunnið heiðurin eina ferð í part.

EM finalan millum Holland og Noreg verður á Tórsvølli leygardagin 17. mai klokkan 18:00.

Atgongumerki fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo og á atgongumerki.fo. Kostnaðurin er 40 krónur fyri vaksin, og 20 krónur fyri børn.

Myndir: Jóhanna Thomsen

Myndir: Hans Erik Danielsen