Føroyska U15 landsliðið við gentum stóð seg væl í Baltic Cup, sum farnu dagarnar hevur verið í Lettlandi


– Eg haldi sum heild at vit fingu tað burtur úr, sum vit ynsktu. Hetta er fyrsta altjóða kapping hjá teimum flestu í hópinum, so vit vóna sjálvandi eisini, at tær hava fingið ein góðan lærdóm heim við. Eg eri eisini væl nøgdur við innsatsin hjá okkara spælarum, og tað, at koma heim við heiðursmerki, vísir eitt gott avrik.

Tað sigur Jákup Mortensen, venjari hjá U15 landsliðnum við gentum, ið farnu dagarnar hevur tikið lut í Baltic Cup, sum hevur verið í Lettlandi.

Tríggir dystir vóru á skránni, og samlaða úrtøkan bleiv ein sigur, ein javnleikur og eitt tap.

Í fyrsta dystinum taptu Føroyar 1-0 fyri lettlendsku vertunum, meðan tað í øðrum dystinum, sum var ímóti Litava, endaði við javnleiki 2-2. Málini skoraðu Alisa Fagradal Johansen og Berit Dupe Unadóttir.

Alisa og Berit vóru aftur upp á spæl í triðja dystinum, sum var spældur seinnapartin mikudagin, tá okkara gentur vunnu 3-1 á Estlandi. Málskjúttarnir vóru Emma Sigtórsdóttir Petersen, Berit Dupe Unadóttir og Alisa Fagradal Johansen.

Estland vann Baltic Cup 2025 við 6 stigum. Lettland endaði á øðrum plássi, eisini við 6 stigum, men í innanhýsis dystinum millum Lettland og Estland vunnu estlendsku genturnar 2-1. Føroyar fingu 4 stig, meðan Litava fekk 1 stig.

Myndir: Kristmund Johannessen og Simona Heinesen