Við einum teprum 1-0 sigri, vann HB leygarkvøldið steypafinaluna hjá kvinnum. Einasta málið í dystinum skoraði Rúna Jacobsen tá ein lítil hálvur tími var spældur. Í minnu steypafinaluni hjá kvinnum vann B36 2-0 á FC Hoyvík


Sjeyndi steypasigurin í søgu felagsins hjá HB á kvinnusíðuni kom í hús á Tórsvølli leygarkvøldið, tá tær reyð-svørtu vunnu eina spennandi finalu ímóti KÍ.

Undan dystinum vóru tey flestu á einum máli um, at klaksvíkskvinnur, sum higartil hava vunnu steypakappingina ikki færri enn 16 ferðir, vóru favorittar.

Men tær í HB vildu tað øðrvísi, og tá avtornaði var tað liðskiparin, Sunniva Willemoes sum tók ímóti steypinum vegna HB.

Einasta málið í dystinum skoraði Rúna Jacobsen tá 29 minuttir vóru spældir. Fridrikka Clementsen sendi hornaspark væl inn fyri, og í trunkanum framman fyri málið hjá KÍ fekk Rúna Jacobsen fótin á bóltin, og so var 1-0 til HB.

Klaksvíkskvinnur trýstu fyri at javna, og komu eisini fram til fleiri góðar støður. Men HB verjan stóð væl, og so endaði steypið í HB húsinum.

Aftaná dystin tók Teresa Jacobsen ímóti heiðurinum sum dagsins spælari.

Í minnu steypakappingini hjá kvinnum, sum varð spæld fyrr á degnum, møttust FC Hoyvík og B36. Úrslitið gjørdist 2-0 til árstalsfelagið. Málini skoraði Sigrið Hansdóttir, ið eisini var kosin til dagsins spælara.

HB steypavinnari 2025 hjá kvinnum – Myndir: Jóhanna Thomsen

B36 vann minnu steypafinaluna hjá kvinnum – Myndir: Jóhanna Thomsen