Samuel Chukwudi og René Shaki Joensen hava givið avboð til landsdystirnar ímóti Georgia og Gibraltar. Í staðin eru Gullbrandur Øregaard og Martin Agnarsson boðsendir
Tíðliga í morgin setir føroyska manslandsliðið kós ímóti georgiska høvuðsstaðnum, Tblisi, har Georgia og Føroyar hittast í venjingardysti hósdagin.
Men til landsliðsuppgávurnar hesaferð verður venjarin, Eyðun Klakstein noyddur at síggja burtur frá Samuel Chukwudi, ið spælir fyri SJK Seinäjoki í Finnlandi, og René Shaki Joensen úr KÍ.
Báðir hava smávegis skaðar at dragast við, og verða ikki nóg birgir til landsdystin móti Georgia og HM undankappingardystin móti Gibraltar, sum verður á Tórsvølli týsdagin 9. juni.
Í staðin hevur landsliðsvenjarin sent boð eftir Gullbrandi Øregaard, sum spælir fyri Sandnes Ulf í Noregi, og Martin Agnarsson, ið hevur sína dagligu gongd í Aarhus Fremad í Danmark.
Venjingardysturin millum Georgia og Føroyar verður á Dinamo Arena hósdagin 5. juni klokkan 17:00, og týsdagin 9. juni klokkan 19:45 møtast Føroyar og Gibraltar á Tórsvølli.
Hópurin
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Ari í Haraldstovu Petersen, 07 Vestur
Mattias Heðinsson Lamhauge, FC Fredericia (Danmark)
Andrias Edmundsson, Wisla Plock (Pólland)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Martin Agnarsson, Aarhus Fremad (Danmark)
Odmar Færø, KÍ Klaksvík
Viljormur Davidsen, HB Tórshavn
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík
Daniel Johansen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Jann Julin Benjaminsen, NSÍ Runavík
Gullbrandur Øregaard, Sandnes Ulf (Noreg)
Brandur Hendriksson Olsen, NSÍ Runavík
Hanus Sørensen, NK Celje (Slovenia)
Hallur Hansson, KÍ Klaksvík
Noah Hans Mneney, HB Tórshavn
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ Klaksvík
Adrian Justinussen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Árni Frederiksberg, KÍ Klaksvík
Poul Kallsberg, Víkingur
Petur Knudsen, NSÍ Runavík
Páll Andrasson Klettskarð, KÍ Klaksvík
Patrik Johannesen, KÍ Klaksvík
Atgongumerki til HM undankappingardystin millum Føroyar og Gibraltar fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo og á atgongumerki.fo.