Talan var um ein javnan dyst, sum saktans kundi endað við sigri ella stigi til Føroyar. Men tá avtornaði vann Sveis 1-0 á Stockhorn Arena í Thun
——————
Í 77 minuttir var einki, ið bendi á, at føroyska U21 landsliðið skuldi fara tómhent av Stockhorn Arena í Thun í Sveis.
Gamaní høvdu heimamennir eina lítla yvirvág í spæli, men tað var bara hendinga ferðir at tað av álvara gjørdist vandamikið. Og tá sveisar komu til teir heilt stóru kjansirnar, so var Hans Jákup Arngrímsson á røttum stað og vardi væl fyri.
Men tá trettan minuttir vóru eftir at spæla eydnaðist Sveis at fáa sigursmálið. Horna varð sent inn fyri úr teirra vinstru síðu, og við handaru stong fekk Winsley Boteli beint bóltin í málið.
Føroyska liðið trýsti seinastu løtuna fyri at javna, og tað var um reppið at bólturin endaði í sveisiska málinum tá Virgar Jónsson royndi seg við góðum langskoti. Men nærri komu okkara ikki, og so endaði dysturin 1-0 til Sveis.
Í gjár vann Ísland 6-2 á Estlandi, og yvirtók annað plássið í bólkinum, meðan Sveis er á triðja plássi, tvey stig framman fyri Føroyar, sum nú er nummar fýra í bólkinum.
Næsti dystur hjá U21 landsliðnum verður fríggjadagin 25. septembur, á útivølli ímóti Estlandi.




