Hóskvøldið 29. mai skipar FSF fyri impulsskeiði við fyrrverandi málmansvenjaranum hjá Liverpool, John Achterberg
Bjóðað verður til impulsskeið við fyrrverandi málverjuvenjaranum hjá Liverpool, John Achterberg. Skeiðið verður í FSF bygninginum við Tórsvøll hósdagin 29. mai frá klokkan 18 til 21.
Á skeiðnum, ið fyrst og fremst er ætlað venjarum við UEFA A, B og C, umframt UEFA GK-B venjaraprógvi, og sum telur tríggjar impulstímar til dagføring av próvnum, fer John Achterberg at greiða frá arbeiðinum í málverjudeildini hjá Liverpool, og um innihaldið og dagligdagin á venjingarvøllinum hjá ensku meistarunum.
53 ára gamli hollendarin hevur eina drúgva leið sum professionellur málverji bæði í Holland og Englandi. Flestar dystir hevur hann umboðað Tranmere Rovers, har hann spældi frá 1998 til 2009.
Tranmere felagið er heimahoyrandi í Liverpool, og sama ár, John Achterberg gavst sum spælari, tók hann við sum málverjuvenjari í Liverpool. Fyrstu tvey árini á akademinum í felagnum, men frá 2011 til 2024 tók hann sær av málverjunum á fremsta liðnum hjá The Reds, sum hesi árini var undir leiðslu av Kenny Dalglish, Brendan Rodgers og Jürgen Klopp.
Tilmeldingarfreistin til skeiðið er týsdagin 27. mai. Kostnaðurin fyri at luttaka er 400 krónur. Áhugaði kunnu sjálvi tekna seg ella venda sær til egið felag, sum avgreiðir tilmeldingina, ið fer fram í nethandilinum á FSF.fo
Meira fæst at vita um skeiðið við at venda sær til Eli Hentze, [email protected] ella tel. 29 19 62.