Tryggur Ítróttur

Tryggur Ítróttur
Tryggur ítróttur (á enskum safeguarding) merkir, at øll, sum varða av ítróttinum hava ábyrgd av at tryggja trivnað og verju móti skaða, ágangi, mismuni og umsorganarsviki.

Hetta fevnir um venjarar, starvsfólk, foreldur, leikarar, hjálparfólk og onnur, ið eru partur av umhvørvinum. Í FSF er tryggur ítróttur serliga knýttur at verju av børnum og ungum, tí tað er ein meira viðbrekin bólkur, men fevnir eisini um vaksin.

———

Um politikkin
Fótbóltssamband Føroya (FSF) arbeiðir fyri at tryggja eitt trygt og virðiligt umhvørvi fyri øll, sum luttaka í fótbólti – bæði børn, ung og vaksin. Vit vilja skapa karmar, har øll kenna seg vælkomnin og hava møguleika fyri at mennast – bæði persónliga og ítróttaliga.

Hesin politikkur er serliga ætlaður at verja tey undir 18 ár (børn og ung), óansæð um tey eru leikarar, dómarar, venjarar, hjálparfólk ella annað. Samstundis leggur FSF dent á, at alt virksemi skal vera trygt, uttan ágang og misnýtslu, eisini millum vaksin.

Øll, sum eru partur av FSF, hava skyldu at virða hesar leiðreglur og siga frá, um tey hava illgruna um ella uppliva ágang, misnýtslu ella ótryggar støður.

Við hesum politikki tryggjar FSF
– At børn og ung hava rætt til eitt trygt og virðiligt fótbóltsumhvørvi
– At øll, sum luttaka í fótbólti verða vard móti ágangi og misnýtslu
– At mannagongdir eru fyri, hvuussu vit handfara áheitanir ella illgruna
– At vit kunna um og undirvísa í tryggum ítrótti

———

Politikkur til feløg
Limafeløgini hava sjálvstøðuga ábyrgd av at gera sín egna politikk, leiðreglur og mannagongdir fyri tryggan ítrótt í samband við alt virksemið hjá felagnum. FSF veitir vegleiðing og hjálp. Limafeløgini skulu:

Tilnevna ein trygdar- og trivnaðarpersón (TTP) – helst tveir, ein pr. kyn
Seta í verk tiltøk og átøk, sum virka fyri tryggum ítrótti t.d. leiðreglur og mannagongdir fyri, hvussu viðbreknar støður skulu handfarast
Taka ímóti og handfara fráboðanir um ótryggan ítrótt
Tryggja, at øll í felagnum kenna sína ábyrgd og leiðreglur fyri tryggan ítrótt
Regluliga eftirmeta støðuna í felagnum í mun til tryggan ítrótt

Politikkurin hjá FSF  er orðaður soleiðis, at limafeløgini kunnu taka útgangsstøði í hesum, tá tey gera sín egna politikk, leiðreglur og mannagongdir fyri tryggan ítrótt.

Skabelónin kann takast niður H E R

———

Fá hjálp frá FSF og Ráðgevingini Tryggur Ítróttur
Umbið eina framløgu og verkstovu frá FSF og Ráðgevingini Tryggur ítróttur við at skriva beinleiðis til FSF. Vendið tykkum til Elin Sofíu á Tjaldrarfløtti ([email protected]) ella Fríðu Næs ([email protected]).

– Vit hava framløgu um hvat Tryggur Ítróttur er
– Hjálpa tykkum ávegis at gera ein politikk, mannagongdir og leiðreglur á økinum
– Hjálpa til við undirvísingartilfari