Undantaksloyvir fyri málverjar

Vegleiðing til undantaksloyvi eftir § 17, stk. 5 í kappingarreglunum uttanfyri flytingarglugga.

Vísandi til §17, stk. 5 í Kappingarreglum fyri Fótbólt, hevur Aðalumsitingin gjørt fylgjandi reglur, um at leikari kann flyta millum feløg uttanum flytingargluggan.

Galdandi fyri yrkisleikarar
Yrkisleikarar kunnu bert skifta felag, tá flytingargluggin er stongdur, um felagið, sum leikarin umboðar, fer á húsagang ella missir luttøkuloyvi.

Tó eru serligar undantaksreglur galdandi fyri málverjar.

Um málverji gerst langtíðarskaddur ella at talan er um heilt serligar umstøður, so kann felag søkja Kappingarnevndina um undantaksloyvi til at fáa annan málverja, sum er á sama støði ella lægri.

Undantaksloyvi eftir hesi reglu kann ikki gevast, um talan er um leikbann o.l.

Tá søkt verður um undantaksloyvi, má felagið við læknaváttan (um talan er um skaddan leikara) ella við øðrum prógva, at málverjin er langtíðarskaddur og/ella at hann av heilt serligum ávum, verður burtur í minst 14 dagar (feria ella arbeiðsørindi o.l. er ikki ein haldgóð orsøk).

Undantaksloyvi verður bert givið í tíðarskeiðnum, har málverjin er skaddur ella er burtur av øðrum serligum ávum.

Undantaksloyvi verður ikki givið fyri fyrstu tveir dystirnar. Um málverjin verður skaddur í dysti, so er talan um inniverðandi dyst og so fyrstkomandi dyst eftir tað.

Galdandi fyri áhugaleikarar
Ongin heimild er fyri undantøkum til áhugaleikarar

Kappingarnevndin, februar 2025

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.