Vísandi til § 4 í Kappingarreglum fyri Fótbólt og til § 2 stk 3 í Kappingarreglum fyri yngri deilir, hevur Kappingarnevndin gjørt fylgjandi reglur um undantøk til ov ungar leikarar til U21 og at leika í vaknamannadeild hjá monnum og kvinnum, og til ov gamlar leikarar at leika í yngri deildum.
Galdandi fyri umsókn til undantaksloyvi til vaksnamannadeild hjá monnum og U21:
Aldursmarkið fyri at luttaka í vaksnamanndeild og í U21 dreingjum er 16 ár.
Tó kann felag søkja um undantak frá aldursmarkinum fyri leikarar, sum er minst 15 ½ ára gamlir, til at luttaka í ávikavist vaksnamannadeild og í U21 dreingjum. Tó i mesta lagið fyri seks leikarar íalt í kappingarárinum. Harav í mesta lagið tríggjar leikarar til vaksnannadeild og tríggjar leikarar til U21 dreingir.
Váttan frá felagnum, fysioterapeuti/lækna eins og foreldraváttan skal fylgja við umsóknini, har váttað verður, at umrøddu leikarar eru bæði kropsliga og sinnisliga førir fyri at spæla í hægri deild enn henni, sum leikarin annars hevur aldur til at leika í. Umsóknarskjal liggur á heimasíðuni hjá FSF.
Ein metingarbólkur frá FSF verður settur at ráðgeva aðalumsitingini í slíkum málum.
Galdandi fyri umsókn um undantaksloyvi til vaksnamannadeild hjá kvinnum í 2026:
Fyri at luttaka í meistaradeildini hjá kvinnum skal leikari fylla 16 ár í kappingarárinum. Aldursmarkið fyri at luttaka í vaksnamanndeild hjá kvinnum er annars 15 ár.
Tó kann felag søkja um undantak frá aldursmarkinum fyri leikarar, sum eru minst 15 ár gamlar til at luttaka í meistaradeildini hjá kvinnum og 14 ½ ára gamlar, til at luttaka í aðrari vaksnamannadeild til í mesta lagið tríggjar leikarar í kappingarárinum.
Váttan frá felagnum, fysioterapeuti/lækna eins og foreldraváttan skal fylgja við umsóknini, har váttað verður, at umrøddu leikarar eru bæði kropsliga og sinnisliga førir fyri at spæla í vaksnamannadeild. Umsóknarskjal liggur á heimasíðuni hjá FSF.
Ein metingarbólkur frá FSF verður settur at ráðgeva aðalumsitingini í slíkum málum.
Víst verður annars til §8 í kappingarreglum fyri Fótbólt.
Galdandi fyri umsókn um undantaksloyvi til leikarar, sum ikki koma undir undantaksreglurnar í § 2 stk. 2, 3 og 4 í Kappingarreglum fyri yngri deildir:
Um talan er um undantak til meira enn tveir leikarar í hvørjari deild ella um leikara, sum ikki lýkur treytirnar í stk. 2 og 3, missir liðið rættin til at spæla um heiðursmerkir og kann ikki luttaka í steypakappingini.
Kappingarnevndin, februar 2026




