Við heimild í § 1, stk. 5 í Kappingarreglum fyri fótbólt, hevur kappingarnevndin samtykt hesa vegleiðing fyri úttiknar landsliðsleikarar og møguligar flytingar av dystum í hesum sambandi.
Um feløg eru samd um at flyta dystir, kann umsókn um “flytan av dysti” latast FSF minst 7 dagar áðrenn dysturin eigur at verða leiktur.
Um feløgini ikki semjast, so kann áheitan sendast til FSF um at finna annan leikdag, hetta er tó treytað av, at liðið hevur tveir leikarar ella fleiri úttiknar til viðkomandi landslið, sum regluliga eru partur av byrjunaruppstillingini hjá viðkomandi liði , og at heimligi dysturin er minni enn 3 dagar eftir seinasta landsdyst.
Um feløg flyta dystir til tíðarskeið, har leikarar eru upptiknir í landsliðsørindum, kunnu feløgini ikki nýta úttiknar landsliðleikarar í dystinum.
Galdandi fyri dreingir/menn
Um talan er um úttøku til U17 landsliðið, heimilar tað flyting av dysti í U15, U17 og U21..
Um talan er um úttøku til U19 landsliðið, heimilar tað flyting av dysti í U21, 2. Deild, 1. deild og Betri deildini hjá monnum.
Um talan er um U21 landsliðið, heimilar tað flyting av dysti í 1. deild og í Betri deildini hjá monnum.
Galdandi fyri gentur/kvinnur
Um talan er um U17 landsliðið, heimilar tað flyting av dysti í U16, í 1. deild og í Betri deildini hjá kvinnum.
Um talan er um U19 landsliðið, heimilar tað flyting av dysti í 1. Deild og í Betri deildini hjá kvinnum.
Samtykt í Kappingarnevndini 20. februar 2025, at koma í gyldig beinanvegin.