Dystardagar í landskappingini, meðan føroysk lið luttaka í altjóða dystum
Mannagongd
1) Um lið spælir altjóða dyst á útivøll týsdag, verður landskappingardystur leiktur leygardag
2) Um lið spælir altjóða dyst á útivølli mikudag, verður landskappingardysturin leiktur sunnudag
3) Um lið spælir altjóða dyst á útivølli hósdag, verður landskappingardysturin leiktur mánadag
4) Um lið spælir altjóða dyst á heimavølli týsdag, verður landskappingardystur leiktur fríggjadag
5) Um lið spælir altjóða dyst á heimavølli mikudag, verður landskappingardysturin leiktur leygardag
6) Um lið spælir altjóða dyst á heimavølli hósdag, verður landskappingardysturin leiktur sunnudag
Tó kunnu lið, sum spæla altjóða dystir, í semju við mótstøðuliðið søkja um at fáa dyst framskundaðan ella útsettan ein dag í mun til tað, sum er nevnt omanfyri.
Um bert 6 dagar eru millum altjóða dystir, so verður leikt soleiðis:
7) Um lið spælir altjóða dyst á útivøll týsdag, verður landskappingardystur leiktur fríggjadag
8) Um lið spælir altjóða dyst á útivølli mikudag, verður landskappingardysturin leiktur leygardag
9) Um lið spælir altjóða dyst á útivølli hósdag, verður landskappingardysturin leiktur mánadag
Tó kunnu lið, sum spæla altjóða dystir, í semju við mótstøðuliðið søkja um at fáa dyst framskundaðan ella útsettan í mun til tað, sum er nevnt omanfyri.
Umbøn um flyting skal latast FSF minst 3 døgn áðrenn áðrenn dysturin eigur at verða leiktur, og um talan er um framskundan, skal umbøn um flyting latast FSF minst 3 døgn áðrenn nýggja leikdagin.
Frávik kann gerast frá hesum reglum, um heilt serligar umstøður gera seg galdandi. Hetta umfatar í høvuðsheitinum ikki longda leiktíð og ferðing.
Aðalumsitingin tekur endaliga avgerð um umbønin verður gingin á møti.
Samtykt av Kappingarnevndini 21.07.2023 og broytt xx.04.2025