Avblástir dystir v.m.

Við heimild í § 34 í Kappingarreglum fyri fótbólt, hevur kappingarnevndin samtykt hesa vegleiðing.

Allir dystir skulu, í tann mun tað er gjørligt, spælast skjótast til ber, uttan mun til, um talan er um ein dyst, sum ikki er byrjaður, ella avblástan dyst.

Dystur, sum ikki kann leikast til ásetta tíð
Um dystur ikki kann byrja til ásetta tíð vegna veður ella onnur serlig viðurskiftir, hevur dómarin heimild til at útseta dyst upp til ein tíma.

Um dysturin ikki kann byrja seinast ein tíma eftir ásettu klokkutíðina, so er mannagongdin hendan:

1) Eftir at dysturin er útsettur, møtast umboð fyri bæði liðini, saman við dómaranum inni í dómararúminum, fyri at finna nýtt tíðspunkt fyri, nær dysturin spælast.

2) Um semja ikki fæst, verður dysturin spældur dagin eftir, um veðrið, meistaradeildin ella onnur heilt serlig viðurskiftir ikki forða fyri tí.

3) Um feløg og dómarar eru samd um, at dysturin kann byrja sama dag, men meira enn ein tíma eftir ásettu klokkutíðina, setur dómarin seg í samband við vakttelefonina hjá FSF. Aðalumsitingin tekur støðu til, um tað letur seg gera ella ikki.

Avblástur dystur fyri veður
Um dystur verður avblástur, hevur dómarin heimild til at útseta dyst upp til ein tíma.

1) Eftir at dysturin er útsettur/avblástur, møtast umboð fyri bæði liðini, saman við dómaranum inni í dómararúminum, fyri at finna útav um dysturin kann takast upp aftur sama dag.

2) Um feløg og dómarar eru samd um, at dysturin kann byrja sama dag, men meir enn ein tíma eftir ásettu klokkutíðina, setur dómarin seg í samband við vakttelefonina hjá FSF. Aðalumsitingin tekur støðu til, um tað letur seg gera ella ikki.

3) Um dysturin ikki verður uppafturtikin sama dag, ásetur Aðalumsitingin nýggjan dyst.

Einstakt gul kort givið í avblástum dysti, verða ikki førd yvir á annan dyst, fyrr enn uppafturtikni dysturin er endaliga avgreiddur.

Givin reyð kort ella burturvísingar í avblástum dysti verða at yvirsita fyrstkomandi dyst/ir í avvarandi kapping.

Avblástur dystur – onnur viðurskifti
Um dystur verður avblástur, hevur dómarin heimild til at útseta dyst upp til ein tíma.

Um onnur viðurskiftir gera, at dysturin ikki kann byrja seinast ein tíma eftir ásettu klokkutíðina, er mannagongdin hendan:

1) Eftir at dysturin er útsettur/avblástur, møtast umboð fyri bæði liðini, saman við dómaranum inni í dómararúminum, fyri at finna útav um dysturin kann takast upp aftur sama dag.

2) Um feløg og dómarar eru samd um, at dysturin kann byrja sama dag, men meir enn ein tíma eftir ásettu klokkutíðina, setur dómarin seg í samband við vakttelefonina hjá FSF. Aðalumsitingin tekur støðu til, um tað letur seg gera ella ikki.

Aðalumsitingin tekur avgerð um, hvørt nýggjur dystur verður ásettur, um dystur skal takast uppaftur ella um úrslitið skal standa við.

Uppafturtøka av dysti
– Um dystur verður uppafturtikin, og viðkomandi lið ikki hava spælt í millumbilinum, verður dysturin byrjaður undir somu treytum og viðurskiftum, sum tá dysturin var avblástur.

– Dysturin verður byrjaður á sama stað, við somu leikarum, sum vóru á vøllinum tá dysturin varð avblástur.

– Givnar útvísingar/burturvísingar og ávaringar í uppruna dystinum verða at standa við, eins og brúktar útskiftingar.

– Um ein leikari, sum var á vøllinum, hevur forfall, tá dystur verður tikin uppaftur, kann annar leikari skiftast inn í staðin, um liðið hevur útskiftingar og útskiftingarsteðg eftir.

Uppafturtøka av dysti eftir at annar dystur er spældur
– Um dystur verður tikin uppaftur seinni í kappingarárinum, kann felag byrja við nýggjum leikaralista, tó standa givnar útvísingar/burturvísingum og ávaringar við. Er útvísing givin, skal tal av leikarum á vøllinum verða tað sama, sum tá dysturin varð avblástur.

– Dysturin byrjar á sama stað, sum dysturin var avblástur.

Nýggjur dystur
– Um talan er um nýggjan dyst, byrja liðini við nýggjum leikaralista eins og til vanligan dyst.

– Givnar útvísingar/burturvísingar í avblásta dystinum verða at yvirsita fyrstkomandi dyst eftir avblásta dystin.

– Givnar ávaringar (gul kort) í avblásta dystinum fella burtur.

Ítróttaligar avleiðingar
– Um annað liðið ella áskoðarar tess hava ábyrgdina av, at dystur verður avblástur, vinnur mótstøðuliðið dystin 3-0.

– Um mótstøðuliðið førdi við meira enn trimum málum, tá dysturin var avblástur, verður tað úrslitið standandi.

– Um bæði liðini ella viðhaldsfólk hjá báðum liðunum hava ábyrgdina av, at dystur verður avblástur, verður dysturin at enda 0-0, og hvørki av liðunum fáa stig í dystinum, um ikki heilt serligar orsøkir eru til aðra avgerð.

Fíggjarligar avleiðingar
– Felag, sum hevur ábyrgdina av, at dystur ikki kann spælast ásetta leikdagin, ella er orsøk til dystur verður avblástur – og uppafturtikin, verður at rinda fyri útreiðslurnar ásettar av FSF, sum standast av tí, tað verið seg fyri mótstøðulið, dómarar v.m.

– Annars bera feløgini sín egna part av kostnaðinum í sambandi við ferðing og kost v.m., meðan FSF ber møguligan kostnað fyri dómarar og eygleiðara o.l.

Soleiðis samtykt av Kappingarnevndini í februar 2025

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.