Við 43 prosentum av atkvøðum á Sona appini varð Sjúrður Henriksen úr AB valdur til besta spælara í MeistaraDeildini hjá monnum í mars mánað

——————

– Fyrst av øllum fegnist eg um góðu byrjanina, sum AB hevur fingið í MeistaraDeildini í ár. Av tí sama er hýrurin millum okkara áskoðarar eisini góður, og tað er stuttligt at fara til fótbólt á Argjum í hesum døgum. At eg so eisini havi fingið heiðurin, eri eg sjálvandi glaður fyri.

Soleiðis sigur Sjúrður Henriksen úr AB, sum mánadagin, áðrenn dystin móti 07 Vestur, bleiv kunngjørdur at vera besti spælari í MeistaraDeildini hjá monnum í mars mánð.

Atkvøðugreiðslan gongur fyri seg á tann hátt, at fyrst eru tað miðlafólk og fótbóltsviðmerkjarar, ið atkvøðu millum allar spælararnar í MeistaraDeildini. Síðani fara teir tríggir, ið hava fingið flestar atkvøður, víðari til eina nýggja atkvøðugreiðslu, ið fer fram á Sona appini hjá Føroya Tele.

Teir tríggir, ið hesaferð vóru tilnevndir á Sona appini, vóru Heini Vatnsdal úr B36, Petur Knudsen úr NSÍ, og Sjúrður Henriksen úr AB. Og tá talt varð saman, hevði Sjúrður Henriksen fingið góð 43 prosent av teimum næstan 900 atkvøðunum á Sona.

Tað var pápi Sjúrð, Rói Henriksen, saman við Sjúrði Olsen, stjóra í Bygma Balslev, og Hera á Rógvi, starvsnevndarlimi í FSF, sum vegna Fótbóltssamband Føroya handaðu Sjúrði Henriksen eitt gávubræv uppá 1.000 krónur frá Atlantic Airways, og eina heiðursplátu, ið er latin av FSF.

Eftir at øll liðini í fremstu deildini hjá monnum hava spælt fýra dystir er NSÍ á odda við 10 stigum, meðan argjamenn eru á øðrum plássi við níggju stigum. Stigatalvan og leikskráin fyri MeistaraDeildina hjá monnum sæst H E R

Átakið “besti spælari í hvørjum mánaði” er í samstarvi við Bygma Balslev, Føroya Tele og Atlantic Airways.

Myndir: Finnur Justinussen