Eitt stórtap og tveir teprir ósigrar var úrtøkan hjá føroyska U19 landsliðnum við dreingjum í fýralandakapping, sum seinastu dagarnar hevur verið í Slovenia
– Í fyrsta dystinum fingu vit av álvara oyruni í maskinuna. Men í øðrum og triðja dysti fótaðu vit okkum aftur, og eg haldi, at sum heild fingu vit tað burtur úr, ið var ætlanin, og nú ræður um at taka tað við okkum til EM undankappingina í novembur.
Tað sigur Fróði Benjaminsen, venjari hjá U19 landsliðnum við dreingjum, ið farnu dagarnar hevur tikið lut í fýralandakapping í Slovenia. Hini bæði londini í kappingini vóru Pólland og Aserbadjan.
Í fyrsta dystinum taptu Føroyar 6-0 fyri Póllandi. Í øðrum dysti, sum var ímóti Aserbadjan, komu okkara dreingir á odda 1-0 við máli sum Dánial Mørkøre. Men tá avtornaði vann Aserbadjan 2-1. Í triðja dystinum taptu Føroyar 1-0 móti Slovenia.
– Nú skulu vit hugsavna okkum um EM undankappingina. Fyrireikingarnar eru so smátt farnar í gongd, men vit vita, at mótsøðan verður sterk, so vit skulu veruliga vera fokuseraðir, sigur Fróði Benjaminsen.
Í EM undankappingini, sum verður í Ungarn frá 10. til 19. novembur, eru Føroyar í bólki saman við Frankaríki, Ungarn og Bulgaria.