EM endaspælið fyri U17 landslið við gentum, sum var í Føroyum í mai mánað, eydnaðist sera væl, og týsdagin tóku Føroyar ímóti Fair Play steypinum


Í døgunum 2. til 17. mai í ár vóru Føroya vertir fyri EM endaspælinum fyri U17 landslið við gentum. Nógvur góður fótbóltur var á skránni hesar dagarnar, og tá avtornaði kundu Niðurlond kalla seg evropameistarar eftir at hava vunnið eina spennandi finalu ímóti Italia.

Men eisini uttan fyri vøllin eydnaðist kappingin sera væl, og enn einaferð kundu Føroyar vísa seg frá síni bestu síðu sum vertur fyri einari stórari altjóða kapping.

– Tað gekk sera væl at avgreiða endaspælið, og aftaná fingu vit rós frá UEFA og hinum londunum um okkara vertskap. Vit fingu samstundis víst, at vit lúka allar tær treytir, ið verða settar, og at Føroyar væl kunnu hýsa einari so stórari kapping. Í tí sambandi skulu vit eisini takka feløgunum kring landið, sum vóru ein stór hjálp, sigur Kristin Dam Ziska, aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya.

Fyri føroyska liðið var kappingin tó ein stór avbjóðing, og í dystunum móti Noregi, Eysturríki og Niðurlondum, ið teljast millum heimsins bestu fótbóltstjóðir, vóru okkara gentur við undirlutan.

Men tá Fair Play roknskapurin fyri endaspælið bleiv gjørdur upp, vóru okkara gentur ovast. Fyri hetta vórðu Føroyar heiðraðar á høvuðssætinum hjá UEFA í Nyon í Sveis hósdagin.

Halla Morgan Ejdesgaard, sum var partur av føroyska hópinum í mai, tók ímóti steypinum og fekk samstundis heiðurin at standa fyri lutakastinum til EM-undankappingarnar hjá U17 landsliðnum við gentum, sum verða spældar í vár.

Les eisini: Halla dróg Belgia, Slovenia og Aserbadjan

Halla Morgan Ejdesgaard við Fair Play steypinum – Mynd: Ingi Arge