Við málum frá Árna Frederiksberg og Patriki Johannesen vann føroyska manslandsliðið mánakvøldið ein tepran, men eisini uppibornan og sannførandi 2-1 sigur á Gibraltar


Tað stóð nógv á monnum, tá dómarin floytaði til hálvleik í HM undankappingardystinum ímóti Gibraltar mánakvøldið. Á stórskerminum á Tórsvølli stóð 0-1, og tað vóru teir á útiliðnum sjálvandi væl nøgdir við.

Føroyska liðið stýrdi dystinum frá fyrsta bríksli, men bólturin vildi ikki í gibraltesiska málið. Eitt ávíst bjartskygni var kortini alla tíðina at hóma í havsbrúnni, og sum fráleið blivu føroysku atsóknirnar alt meira ágangandi.

Og tá 71 minuttir vóru spældir sóu vit enn eina ferð eitt “árnaspark” á Tórsvølli. Árni Frederiksberg tók sær av hornasparki í høgru síðu, og maðurin við gylta vinstra beininum sendi bóltin beinleiðis í netið.

Stór frøi á teimum omanfyri 2.700 áskoðarunum, og nú tóktist tað bara at vera ein spurningur um tíð, til Føroyar løgdu seg á odda. Lønin fyri stríðið kom fýra minuttir fyri leiklok. Jóannes Kalsø Danielsen, ið var ein brandur í høgru síðu, legði bóltin fyri føturnar á Patriki Johannesen, ið skoraði til 2-1.

Eftir hetta hendi ikki tað heilt stóra. Gibraltar royndi at trýsta, men okkara menn høvdu fult tamarhald á tí, ið gekk fyri seg inni á vøllinum.

Í hinum dystinum í bólkinum vann Kroatia stórt á heimavølli ímóti Kekkia. Úrslitið gjørdist 5-1 til kroatar, sum koma á Tórsvølli í næsta undankappingardysti, sum verður tann 5. septembur.

Kekkar eru annars framvegis fremstir í bólkinum við 9 stigum. Kroatia og Montenegro hava 6 stig, Føroyar hava 3, meðan Gibraltar er aftast við ongum stigi.

Myndir: Bjarni Enghamar og Hans Erik Danielsen