Fyri tveimum vikum síðani tryggjaðu menninir sær FM, og í dag hava kvinnurnar hjá KÍ eisini vunnið føroyameistaraheitið 2025
Í Klaksvík hava tey nógv at fegnast um í hesum døgum. KÍ hevur nevniliga vunnið føroyameistaraheitið 2025 hjá bæði kvinnum og monnum.
Síðsta umfar í Betrideildini hjá kvinnum hevur verið á skránni í dag, og við at spæla javnleik 2-2 móti NSÍ, tryggjaði KÍ sær FM, ið samstundis er meistaraheitið nummar 24 hjá klaksvíkskvinnum.
KÍ endaði fremst í FM bólkinum við 59 stigum, NSÍ gjørdist nummar tvey við 56 stigum, HB bleiv nummar trý við 37 stigum, og á fjórða plássi kom Víkingur við 31 stigum.
Í niðara bólkinum hjá kvinnum endaði B36 ovast við 37 stigum, Skála fekk 31 stig, 07 Vestur endaði á triðja plássi við 12 stigum, meðan kvinnurnar hjá FC Hoyvík fingu sjey stig.
Myndir: Eyðbjørn Jacobsen