Leygardagin staðfestu menninir hjá KÍ føroyameistaraheitið 2025. Talan er samstundis um fimta FM seinastu sjey árini
KÍ, HB, KÍ, KÍ, KÍ, Víkingur og so aftur KÍ.
Jú, tað gongur av sonnum væl hjá fremsta mansliði hjá klaksvíkingum, og leygardagin vunnu teir sítt fimta meistaraheitið seinastu sjey árini.
Áðrenn góðu gongdina, sum liðið er í nú, skulu vit heilt aftur til 1999, tá KÍ eisini vann FM, og síðani 1942 hava teir kongabláu vunnu meistaraheitið tilsamans 22 ferðir.
Tað eru annars nakrar víkur síðani, at FM 2025 í Betrideildini hjá monnum varð avgjørt, og nú landskappingin endaðu vóru klaksvíkingar fremstir við 73 stigum, níggju stig framman fyri HB, ið gjørdist nummar tvey, meðan NSÍ fekk bronsu.
Í niðurflytingarstríðnum stóð FC Suðuroy eftir við svartaperi, og noyðist saman við TB niður í 1. deild at spæla komandi kappingarár.
Úrslitini í 27. umfar vóru hesi:
NSÍ – KÍ 2-4
Víkingur – HB 0-2
TB – B68 1-1
B36 – FC Suðuroy 2-0
07 Vestur – EB/Streymur 3-3
Stigatalvan / Betrideildin menn 2025
Myndir: Álvur Haraldsen



