Við at vinna 1-0 á ÍF í upp- og niðurflytingardystinum, bleiv mikukvøldið staðfest, at vit aftur komandi ár fara at síggja FC Hoyvík í Betrideildini hjá kvinnum


Tað stóð nógv upp á spæl, tá FC Hoyvík, ið endaði nummar átta í Betrideildini hjá kvinnum, og ÍF, sum endaði fremst í næstbestu deildini, farna mikukvøld møttust í upp- og niðurflytingardysti, sum varð spældur við Løkin í Runavík.

Og tá avtornaði vunnu hoyvíkskvinnur við einum máli móti ongum. Einsamalla málið í dystinum skoraði Ragnhild Magnusson beint áðrenn hálvleik.

Við sigrinum hevur FC Hoyvík tryggjað sær enn eitt ár í Betrideildini, meðan fuglafjarðarkvinnur aftur komandi ár verður at síggja í 1. deild.