Tað er ein stór uppgáva, ið bíðar føroyska U21 landsliðnum, sum í annaðkvøld skal royna seg á útivølli ímóti Sveis
——————
– Vit spældu ein góðan dyst ímóti Sveis á Tórsvølli í heyst, og vóru eisini tætt við at fáa stig. Nú fáa vit so ein nýggjan møguleika, og tað skal eingin ivi vera um, at vit ætla okkum stig heim við.
Tað sigur Ólavur Mikkelsen, venjari hjá U21 landsliðnum, sum í annaðkvøld møtir Sveis á útivølli. Undan dystinum eru Føroyar nummar tvey í bólkinum við níggju stigum, eitt meir enn Sveis og Ísland, sum eru nummar trý og fýra.
Føroyski hópurin kom til Sveis seinnapartin í gjár, og sum heild hevur gingið væl – tó við smávegis avbjóðingum. Tá ferðalagið lendi í Zürich vísti tað seg, at alt viðførið lá eftir í Kastrup. Men við hjálp frá sveisiska fótbóltssambandinum eydnaðist at fáa fatur á neyðugum venjingarklæðum, so ein løtt venjing fekst í lag.
– Vit hava fyrireikað okkum væl, og hava júst havt seinastu venjingina á stadion, har dysturin verður í morgin. Aftaná Frankaríki verður Sveis mett at vera næststerkasta liðið í bólkinum, so hetta verður ein torfør uppgáva – men vit eru spentir, og fara sjálvandi eftir at varðveita annað plássið í bólkinum, sigur Ólavur Mikkelsen.
U21 EM undankappingardysturin millum Sveis og Føroyar verður á Stockhorn Arena í annaðkvøld, fríggjakvøldið klokkan 19:00, og verður vístur beinleiðis á Rás 1 í Televarpinum.
Myndir: Jan Falkenberg Jensen




