Landsliðsvenjarin hevur gjørt átta broytingar í byrjanaruppstillingini til dystin í kvøld móti Gibraltar, samanborið við venjingardystin móti Georgia fyri trimum døgum síðani
Klokkan 19:45 í kvøld spælir føroyska manslandsliðið triðja dystin í undankappingini til HM 2026, tá Gibraltar kemur á vitjan á Tórsvølli.
Føroyska liðið er væl fyrireikað til dystin í kvøld, sum er tann fyrsti hjá Eyðuni Klakstein á heimavølli, síðani hann tók við starvinum sum A-landsliðsvenjari hjá monnum í novembur í fjør.
– Vit fara eftir sigrinum – eingin ivi um tað. Men fyri at tað skal eydnast, skal avrikið hjá okkum øllum, bæði venjarum og spælarum, vera gott, sigur Eyðun Klakstein, ið hevur gjørt átta broytingar á liðnum, í mun til teir ellivu, sum byrjaðu í venjingardystinum móti Georgia fyri trimum døgum síðani.
Bárður á Reynatrøð verður í mál, og verjuna manna Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson og Viljormur Davidsen. Á føroyska miðvøllinum vera Árni Frederiksberg, Hallur Hansson, ið eisini er liðskipari, Brandur Olsen og Adrian Justinussen, og fremsti maður verður Páll Klettskarð.
Eykaspælarar eru Mattias Lamhauge, Ari Petersen, Jann Benjaminsen, Gullbrandur Øregaard, Daniel Johansen, Martin Agnarsson, Jákup Andreasen, Noah Mneney, Hanus Sørensen, Poul Kallsberg, Jóan Símun Edmundsson og Patrik Johannesen.
Atgongumerki til HM undankappingardystin millum Føroyar og Gibraltar fáast til keyps á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya, FSF.fo, og á atgongumerki.fo.