Fyrrapartin mánadagin kunngjørdi Eyðun Klakstein, A-landsliðsvenjari hjá monnum, teir 23, ið eru boðsendir til dystirnar móti Georgia og Gibraltar
Um smáar tvær vikur skal manslandsliðið á vøllin aftur, og fyrrapartin mánadagin kunngjørdi Eyðun Klakstein, A-landsliðsvenjari hjá monnum, teir 23, ið eru úttiknir til landsliðsuppgávurnar sum eru á skránni í juni mánað.
Tann 5. juni klokkan 17 møtast Georgia og Føroyar í venjingardysti á Dinamo Arena í Tblisi, og fýra dagar seinni, mánadagin 9. juni klokkan 19:45, sum eisini er 2. hvítusunnudagur, kemur Gibraltar á vitjan á Tórsvølli.
Samanborið við hópin í mars, tá Føroyar møttu Kekkia og Montenegro, hevur Eyðun Klakstein gjørt tríggjar broytingar í hópinum. Hesaferð hevur landsliðsvenjarin sent boð eftir Daniel Johansen, Jákup Biskopstø Andreasen og Patrik Johannesen. Teir avloysa Arnbjørn Svensson, Geza Turi og Meinhard Olsen.
Hópurin
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Ari í Haraldstovu Petersen, 07 Vestur
Mattias Heðinsson Lamhauge, FC Fredericia (Danmark)
Andrias Edmundsson, Wisla Plock (Pólland)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Samuel Chukwudi, SJK Seinäjoki (Finnland)
Odmar Færø, KÍ Klaksvík
Viljormur Davidsen, HB Tórshavn
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík
Daniel Johansen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Jann Julin Benjaminsen, NSÍ Runavík
René Shaki Joensen, KÍ Klaksvík
Brandur Hendriksson Olsen, NSÍ Runavík
Hanus Sørensen, NK Celje (Slovenia)
Hallur Hansson, KÍ Klaksvík
Noah Hans Mneney, HB Tórshavn
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ Klaksvík
Adrian Justinussen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Árni Frederiksberg, KÍ Klaksvík
Poul Kallsberg, Víkingur
Petur Knudsen, NSÍ Runavík
Páll Andrasson Klettskarð, KÍ Klaksvík
Patrik Johannesen, KÍ Klaksvík
Atgongumerki til HM undankappingardystin á Tórsvølli millum Føroyar og Gibraltar tann 9. juni fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo og á atgongumerki.fo.
Myndir: Rói Reinert Hansen, Álvur Haraldsen og Hans Erik Danielsen