Landsliðsvenjarin hevur í fyrstu atløgu úttikið 23 spælarar til dystirnar móti Turkalandi, Luksemborg og Litava. Seinni í vikuni verður eina spælari afturat boðsendur
——————
Leygardagin 4. juni verður hol sett á UEFA Nations League 2022/2023 kappingina. Ikki færri enn fýra dystir eru á skránni í hesum umfarinum.
Føroyar leggja fyri á útivølli móti Turkalandi, og síðan verður spælt heima móti Luksemborg og Litava ávikavist 7. og 11. juni, áðrenn utidystin móti Luksemborg, sum verður 14. juni.
Fyrrapartin mánadagin var skipað fyri tíðindafundi í FSF-húsinum við Tórsvøll, har Håkan Ericson, A-landsliðsvenjari hjá monnum, kunngjørdi hópin til komandi uppgávur.
Í fyrstu atløgu hevur venjarin úttikið 23 spælarar, og síðan verður ætlandi ein afturat boðsendur seinni í vikuni.
Hópurin
 Gunnar Nielsen, FH (Ísland)
 Teitur Matras Gestsson, HB Tórshavn
 Mattias Heðinsson Lamhauge, B36 Tórshavn
 Rene Shaki Joensen, KÍ Klaksvík
 Mads Boe Mikkelsen, KÍ Klaksvík
 Viljormur Davidsen, Helsingborgs IF (Svøríki)
 Daniel Johansen, HB Tórshavn
 Sonni Ragnar Nattestad, B36 Tórshavn
 Odmar Færø, KÍ Klaksvík
 Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (Noreg)
 Hørður Askham, HB Tórshavn
 Heini Vatnsdal, KÍ Klaksvík
 Gilli Rólantsson Sørensen, Odds Ballklub (Noreg)
 Gunnar Vatnhamar, Víkingur
 Hallur Hansson, KR (Ísland)
 Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ Klaksvík
 Ári Mohr Jónsson, HB Tórshavn
 Sølvi Vatnhamar, Víkingur
 Jóannes Bjartalíð, KÍ Klaksvík
 Meinhard Egilsson Olsen, Mjøndalen (Noreg)
 Hannes Agnarsson, HIK (Danmark)
 Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ Runavík
 Patrik Johannesen, Keflavík (Ísland)
Atgongumerki heimadystirnar móti Luksemborg og Litava fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.




