23. – 24. januar skipar FSF fyri C1-venjaraskeiði. Skeiðið gevur luttakarunum kunnleika og førleikar at standa fyri venjingum hjá børnum og ungum
Vikuskiftið 23. – 24. januar skipar FSF aftur fyri C1 venjaraskeiðið. Endamálið við C1-venjaraskeiðnum er at geva nýggjum venjarum, sjálvbodnum, foreldrum og øðrum kunnleika um barna- og ungdómsvenjing, og førleikar at standa fyri venjingum.
Skeiðið varðar í tilsamans 15 tímar og er sett saman av trimum modulum: Leikarin – Venjarin – Venjingin.
Tað er ongin próvtøka, men kravt verður, at uppmøtingin er 100 prosent. Tá skeiðið er av, verður luttøkubræv latið luttakarunum.
Luttøkugjaldið fyri C1-venjaraskeiðið, íroknað frálærutilfar og kost, er 1.500 krónur. Luttakararnir skulu vera 15 ár ella eldri
Tilmelding fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF. Freistin at boða frá luttøku er mánadagin 19. januar.



