Umframt at spæla fótbólt og smíða, brúkar Brandur Hendriksson Olsen eisini nógva tíð saman við kríatúrunum. Millum annað hevur hann ein kálv, sum eitur Berint


Eftir fjúrtan ár sum yrkisfótbóltsspælari í Danmark, Íslandi, Svøríki og Noregi, vendi Brandur Hendriksson Olsen fyrr í ár heim til føroyskan fótbólt.

Og tað er ein sera øðrvísi dagligdagur, ið skálvíkingurin nú skal venja seg við, aftaná árini í útlegd.

Men Brandur trívist væl, og ein stóran part av frítíðini brúkar hann saman við kálvinum Berinti, ið er uppkallaður eftir einum av dólgunum, sum var at síggja í barnaløtuni í Sjónvarpi Føroya fyri eftirhondini nógvum árum síðani.

FSF Varpið var við, tá Brandur – sum um nakrar dagar fer undir fyrireikingarnar til landsdystin móti Kroatia – var og heilsaði upp á Berint og hinar kálvarnar, sum halda til Millum Fjarða í Eysturoynni.