Tað gjørdist Brá Zakariasardóttir úr NSÍ, ið fór avstað við heiðunum sum besti spælari í Betrideildini hjá kvinnum í septembur og oktobur mánað


– Tað er eitt stórt herðaklapp at fáa hendan heiður, og eg eri ógvuliga glað fyri, at alt tað harða og miðvísa arbeiði, sum verður lagt í venjingarnar, eisini sæst aftur í dystunum, sum eg havi spælt.

Tað sigur Brá Zakariasardóttir úr NSÍ, sum mikukvøldið, áðrenn venjingin hjá U19 landsliðnum við gentum – sum fyrireika seg til EM undankapping í Týsklandi seinni í mánaðinum – byrjaði, fekk boðini um, at hon varð vald til besta spælara í Betrideildini hjá kvinnum í septembur og oktobur mánað.

Tað er venjararnir hjá liðunum í fremstu deildini, ið atkvøða, og tá talt var saman hesaferð hevði Brá Zakariasardóttir, sum fylti 18 fyri einum lítlum mánaða síðan, fingið flestar atkvøður.

Aðrar, ið eisini fingu fitt av atkvøðum, vóru Tórunn Højgaard Joensen og Maria Vinjardsdóttir Johansen úr KÍ, og Fridrikka Clementsen úr HB.

Tað var pápi Brá, Zakarias Bech, sum vegna Fótbóltssamband Føroya handaði dótturini eitt gávubræv frá Hotel Brandan upp á 1.000 krónur, og eina glasstandmynd, ið er latin av FSF.