Við einum sannførandi 5-1 sigri á Estlandi í síðsta umfari, vann Bosnia Hersigovina UEFA menningarkappingina, sum farnu dagarnar hevur verið í Føroyum
——————
Ein væl skipað og væl eydnað fýralandakapping kom seinnapartin mikudagin at enda, tá Ísland og Føroyar møttust á Tórsvølli.
Fyrr á degnum hevði Bosnia Hersigovina vunnu 5-1 á Estlandi, ið samstundis hevði við sær, at bosniarar vunnu UEFA menningarkappingina við 8 stigum.
Í dystinum millum Føroyar og Ísland skuldu okkara dreingir royna at fáa fyrsta sigurin í hús, og fyrstu løtuna sá eisini gott út. Tað vóru ikki spældir meir enn átta minuttir, so var støðan 2-1 til Føroyar. Málskjúttar vóru Andrew Poulsen og Emil Ludvig Jacobsen.
Men íslendarar høvdu munin, og tá avtornaði stóð 7-2 til Ísland á máltalvuni.
Bosnia Hersigovina fekk 8 stig, Ísland endaði á øðrum plássi við 7 stigum, meðan Estland og Føroyar fingu ávikavist 2 og 1 stig.
Næst á skránni hjá U17 dreingjunum er EM undankapping, sum verður í Englandi síðst í hesum mánaðinum. Umframt Føroyar og England, eru Ísrael og Estland eisini í bólkinum.




